2. umfar á skránni

Eftir frálíka byrjanina, sum B68 hevur fingið uppá kappingina, skal B68 í øðrum umfari royna seg ímóti Víkingi, sum uttan iva var ein orsøk til, at B68 ikki megnaði at flyta upp í bestu deildini í fjør. Víkingur endaði í fjør nr. 2 í 1. Deild við góðum og evnaríkum leikarum, so einki er at ivast í, at B68 fær tað torført sunnudagin, hóast Víkingur tapti greitt ímóti ÍF í fyrsta dystinum. Síðani 2015 hevur toftamaðurin og fyrrverandi B68 leikarin Jóhan Petur Poulsen verið venjari hjá teimum næstbestu hjá Víkingi.

Sum sagt, vann B68 greitt á TB/FCS/Royn í fyrsta dystinum, og tí eru vónirnar sjálvandi góðar til dystin ímóti Víkingi, og skal B68 flyta upp aftur í bestu deildini, er hetta ein dystur, sum B68 helst skal vinna. Men vit vita, at tað verður torført, umframt at B68 hópurin er hart raktur av skaðum nú kappingin er byrjað.

Vónandi verða tað eisini fleiri B68 fjepparar, sum møta upp at heppa á teir Reyðu, tá Rúni Olsen kl. 15, bríkslar dystin í gongd í Sarpugerði í Norðragøtu.

Koyr á B68