10. umfar á skránni

Leygardagin verður hol sett á annan triðingin í kappingini í 1. Deild, har B68, sum kunnugt liggur á einum øðrum plássi við 21 stigum, sum eru 4 færri enn oddaliðið KÍ, men samstundis 4 fleiri enn ÍF á fjórða plássi.

Mótstøðuliðið hjá B68 er Víkingur, og seinast hesi bæði liðini hittust, fekk B68 av at vita, har Víkingur vann heili 5-1. Venjari hjá Víkingi er toftamaðurin og fyrrverandi B68 leikarin Jóhan Petur Poulsen. Víkingur fekk eisini eina góða byrjan uppá kappingina, har teir eftir tey fyrstu 4 umførini høvdu 9 stig. Tey seinastu 5 umførini, hevur tað hinvegin hilnast illa hjá teimum, har teir einans hava fingið eitt stig, kortini hava teir í teimum dystunum teir hava tapt, tapt tepurt við einum máli.

Hjá B68 skal góða gongdin sjálvandi halda á fram, har B68 hesi seinastu 3 umførini, hevur leikt ímóti hinum trimum oddaliðunum. B68 hevur hesar dystirnar fingið 6 stig, og tað má tí metast, sum góðtikið. B68 hópurin hevur eisini verður hart raktur av skaðum higartil í ár, men nú byrjar tað so smátt at líkast. Hóast pílurin peikar upp hjá B68 og niður hjá Víkingi, er einki at ivast í, at B68 fær tað torført ímorgin, tí eingir dystir eru lættir, og tað sóu vit eisini seinast hesi bæði liðini hittust.

Tað er altso ímorgin kl. 14.00, at Aron Sofus Vest bríkslar dystin í gongd, og vónandi verða tað eisini fleiri B68 fjepparar, sum møta upp á Svangaskarði at heppa á teir Reyðu.

Koyr á B68