Jan Petersen verður venjari hjá U14 dreingjum

Tað er sera umráðandi við góðum venjarum, og tí eru vit glað um, at vit hava gjørt avtalu við Jan Petersen, ið skal takað sær av U14 dreingjum.

Eginleikarnir hjá Jan eru framúr góðir, og tað hevur hann eisini víst gjøgnum nógv ár sum spælari hjá B68. Jan er skráðsettur fyri, at hava leikt heilar 244 dystir, og hevur skorað 21 mál fyri B68.
Jan hevur nógv tey seinastu árini verið venjari í yngru deildunum, og vit eru sera fegin yvir, at hava eina eldsál sum Jan, at hjálpa okkum við ungdóminum hja B68. 
Vit ynskja Jan og U14 dreingjunum bestu eydnu við kappingarárinum 2017.