Jan og Høgni verða venjarar hjá U6 gentum og dreingjum

Tey minstu børnini, hava nú eisini fingið tveir fantastiskar venjarar í Jan og Høgna. Tað er her vit byrjað, at skapað áhugan fyri fótbóltinum, við nógvum spæli og stuttliga. Her er tað mest umráðandi, at børnini hugna sær. Jan og Høgni eru góðir til, at skapað akkurát hesar umstøður. 

Jan Joensen er skráðsettur fyri 97 dystir og 2 mál í vaksnamannadeildini. Jan hevur 2 dystir á besta liðinum hjá B68 og teir vóru í steypakappingini í 2003. 

Høgni Petersen er skrásettur fyri 89 dystir og 4 mál í vaksnamannadeildini hjá B68. Báðir hava fyri tað mesta spælt í verjukenda partinum á liðinum og eru kendir fyri, at vera sera ágrítnir og kempa til tað síðsta.


Ungdómsnevndin er sera glað fyri, at Jan og Høgni vildu standa á odda fyri U6 og geva hesum børnum nógvar góðar upplivingar á Svangaskarði. 


Vit ynskja Jan, Høgna og U6 bestu eydnu við kappingarárinum 2017.