Edmund Jacobsen tekur sær av U18 dreingjum

Teir elstu dreingirnir hava eisini brúk fyri einum góðan venjara, at hjálpa teimum. Edmund hevur veri venjari í B68, í nógv ár. Í ár kemur Edmund, at fara við U18 liðinum til dysir. Dreingirnir koma fyri tað mesta, at venja við 1.deild og 2.deild.


Edmund Jacobsen hevur veri ein brandur í verjuni hjá B68 og hevur altíð havt ein vilja av stál. Edmund Jacobsen er skrásettur fyri 279 dystir og 9 mál í vaksnamannadeildini. Fysti dystur hjá Edmund var í 1981 ímóti ÍF og dysturin endaði 1-1.


Tað er umráðandi at allir árgangirnir fáa avbjóðingar og vit eru sera glað fyri at kunna manna eitt U18 lið í ár, so at dreingirnir kunna verða við í kappingini í teirra aldursbólki.

Vit ynskja Edmund og U18 bestu eydnu við kappingarárinum 2017