Dystarfrásøgn: Greiður sigur í fyrsta dystinum.

Eftir heldur laka úrslitið í fjør, har B68 endaði á einum skuffandi 4. plássi í 1. Deild, eru nú nýggjar tíðir á Svangaskarði, har Bill McLeod Jacobsen aftur er venjari hjá B68. B68 hevur eisini satsað nógv uppá ungar leikarar og eisini B68’arar, sum hava leikt í øðrum feløgum. Her kunnu vit eitt nú nevna Niklas Joensen, Andre Olsen, Petur í Túni Petersen, Petur Meinhard Magnussen og Jonleif Højgaard. Niklas og Andre vóru kortini ikki við í dag, og tað var Óli Højgaard Olsen heldur ikki.

Aftur til dystin, vóru eisini nakrir heilt ungir leikarar við, har 16 ára gomlu tvíburarnir Bárður og Aleksandur Ólavsson Jensen báðir byrjaðu inni, og teir leiktu eisini nakrar dystir við 1. Deild í fjør. Í seinna hálvleiki, varð eisini Jákup R. Højgaard skiftur inn til sína fyrsta dyst á besta B68 liðnum. Petur í Túni Petersen, leikti eisini sín fyrsta dyst á besta B68 liðnum í dag.

At byrja við leikaði javnt á, men tá B68 eftir eitt gott korter fekk hol á, var B68 eftir hetta greitt omaná. B68 var í álop í vinstru síðu, har bóltur var spældur útfrá til Jann Inga Petersen, sum mitt fyri úr 15 metrum, smekkaði bóltin uppí málhornið, eitt sera vakurt mál.10 minuttir seinni var trunkaspæl í TB/FC Suðuroy/Royn brotssteiginum, eftir at bólturin var sendur inn fyri, og endin var at spaniólin Pedro Taracon Anton, sum eisini er afturkomin til B68, skoraði til 2-0.

B68 hevði nú eisini alt spælið, og stutt fyri hálvleik, skrædnaði tað fullkomiliga hjá TB/FC Suðuroy/Royn, har B68 skorðaði 4 mál, til hálvleiksstøðuna 6-0. Fyrst var tað sjálvmál, eftir at Esmar Clementsen breyt ígjøgnum. Jonleif Højgaard til 4-0, Jann Ingi til 5-0 uppá brotsspark og Bárður Ólavsson Jensen til 6-0.

Í hálvleikinum, valdi venjarin hjá TB/FC Suðuroy/Royn, Egil Steinstórsson, at brúka allar hansara tríggjar útskiftingar, har m.a. veteranurin Palli Augustinussen var skiftur inn. B68 kom heldur ikki veruliga upp í ferð aftur, men B68 fekk kortini 2 mál afturat í seinna hálvleiki. Tá eitt gott korter var leikt, skoraði Albert Róin Johannesen beinleiðis uppá fríspark, meðan Sveinur Justinussen staðfesti sigurin til endaliga úrslitið 8-0, eftir at B68’ararnir stóðu í kø fyri at sparka bóltin í málið, eftir at málverjin ikki veruliga fekk sparkað bóltin burtur.

Uttan iva ein sera góð byrja uppá landskappingina hjá B68, men tað er kortini vert at nevna, at TB/FC Suðuroy/Royn ikki góvu nógva mótstøðu í dag, og teir høvdu heldur ongan veruliga málkjans í øllum dystinum.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Faroesoccer, við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18376&pid=50

Komandi umfar verður um eina viku, har B68 á útivølli skal møta Víkingini.

Koyr á B68