Andrea og Lív verða venjarar hjá U8/U10 gentum

Andrea á Regni Højgaard og Lív Nesá koma at standa á odda fyri U8/U10 gentum og tað eru vit ómetaliga glað fyri. Hetta eru sannar legendur á gentusíðuni hjá B68.

Andrea og Lív vunnu fystu gullmedalju á gentusíðuni hjá B68 og tað var í 1991 við U12 gentum. Síðani skrivaðu tær aftur søgu í 1995, har tær vunnu greipuna við U17 gentum. Lív kundi renna óendaliga nógv. Andrea var ein sikkur málskjútti, við einari giftigari vinstrabeins uttarasíðu.

Andrea er skráðsett fyri 37 dystir og 16 mál í bestu kvinnudeildini. Lív er skráðsett fyri 91 dystir og 25 mál í bestu kvinnudeildini. 


Tað er fantastiskt at hava Andreu og Lív, at hjálpa hesum ungu gentum og menna tær til komandi stjørnir á Svangaskarði.

Vit ynskja Andreu, Lív og U8/U10 gentunum bestu eydnu við kappingarárinum 2017.