Aðalfundur 22.marts

Nú tað eru 50 ár síðani B68 fótbóltur fór í gongd hugsa vit at gera eitt sindur meir burturúr. Ongin nevndarlimur skal veljast, so fólk kunnu róliga koma niðan. Lekkur B68 lagkøka, kaffi og te verður eisini at fáa.

Janus Jensen, var við í fyrstu nevndini og hevur sitið omanfyri 20 ár sum nevndarlimur. Hann havur sagt JA, til at siga nøkur orð um tíðina, og um onkur hevur hug at siga frá onkrum stuttligum sum tey minnast aftur á hesi síðstu 50 áðrini B68 fótbóltur hevur verið á Svangarskarðið, verður eisini høvið til tað.


Fundurin byrjar kl. 19.30.


Starvsnevndin