Søgan

Tofta Ítróttarfelag varð stovnað tann 21. desember 1962. Tað fyrstu tíðina var tað serliga kappróður ið var á skránni. Í 1968 varð so eisini fótbólturin lagdur inn undir felagið, og haðani stavar navnið B68.

Í 1980 flutti B68 fyri fyrstu ferð upp í fyrstu deild, og tað sama árið varð tann fyrsti fótbóltsvøllurin gjørdur á Svangaskarði - ein grúsvøllur. Tey fyrstu árini vóru umstøðurnar kring vøllin tó ikki so góðar og umklæðingin fór fram í einum skúri við vøllin.

Í 1984 varð so felagshúsið sunnanfyri vøllin tikið í nýslu, og tað var ein stórhending í søgu felagsins. Um tað var orsøkin er ikki gott at vita, men B68 vann í 1984 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd.

Í 1987 varð so graslíki lagt á grúsvøllin, og tvey ár seinni, 8. juli 1989, varð økið til frælsan ítrótt alment tikið í nýtslu í samband við Oyggjaleikirnar, sum vóru í Føroyum hetta árið.

Tankin um at gera ein grasvøll kom fram, tá tað gjørdist greitt, at føroyingar í EM-høpi ikki sluppu at leika sínar heimadystir í Føroyum. Rættulig ferð kom á aftaná minnuliga dystin í Landskrona 12. september 1990, tá føroyska landsliðið megnaði at vinna á Eysturríki.

Arbeiðið byrjaði í november 1990, og í juni 1991 varð síðsta flagið lagt á vøllin. Upprunaliga var ikki ætlanin at byggja nýtt hús, men UEFA góðtók ikki tað gamla húsið. Tí varð farið undir at byggja nýtt hús við grasvøllin. Hetta arbeiðið byrjaði í mai 1991. Eisini byrjaði arbeiði við at gera áskoðarapláss kring vøllin um sama mundið.

Grasvøllurin og nýggja húsið vóru tikin í nýtslu tann 20. oktober 1991, við einum dysti millum føroyska landsliðið og eitt úrvalslið.

Tað varð ein stór uppgáva sum toftamenn fóru í holtur við, ein uppgáva í lættliga kundi tikið mótið frá onkrum øðrum, men sum teir megnaðu at gera økið til frælsan ítrótt, so megnaðu teir eisini hesa uppgávu sera væl.

Síðani hevur Svangaskarð verið karmur um nógv ymisk tiltøk, og í 2004 varð tað gamla graslíkið á niðara vølli, sum hevði tænt so væl í eini 17 ár, skift út. Í staðin varð sokallað 3. ættarliðs graslíki lagt á. Hetta slagið av graslíki er góðkent til at leika altjóða dystir á, og sostatt eru nú tveir altjóða fótbóltsvallir á Svangaskarði.